Øll børn eiga at hava møguleika at íðka ítrott

“Øll við” arbeiðir fyri, at børn og ung við breki fáa betri atgongd til ítrott og felagskapir.

Endamálið

Endamálið er at skapa greiðar og tryggar vegir inn í ítróttin, so øll kunnu royna seg, finna sítt pláss og gerast partur av einum góðum felagsskapi. Hetta styrkir bæði heilsu, trivnað og sosialt lív. Ítróttur skapar felagsskap, styrkir sjálvsálit og gevur ein virknari, sunnari og ríkari gerandisdag. Men hjá mongum børnum og ungum er júst fyrsta stigið inn í ítróttin tað torførasta.

Verkætlanartíðarskeiðið er frá 2025–2028, og menningin fer stigvíst fram í samstarvi við føroysk ítróttarfeløg og kommunurnar kring landið.

Hví hetta hevur týdning

Inklusjón í ítrótti

Ítrottur skapar menning, felagskap og samanhald

Sjálvsálit og felagsskapur

Ítróttur skapar felagsskap, styrkir sjálvsálit og gevur ein virknari, sunnari og ríkari gerandisdag.

Fevnandi lokalumhvørvi

Inklusjón í feløgum skapar savningarstaðir fyri allar familjur.

At hoyra til. At fáa ein møguleika.

Øll børn kunna vera partur av skipaðum ítrótti, og kenna gleðina av rørslu, felagskapi og tí savningarmegi, sum ítróttur hevur.

Vitan innan øki

Fyri at menna eitt sterkt og haldgott arbeiði innan inkluderandi ítrótt byggir verkætlanin á nýggjasta kunnleika á økinum. Vit fylgja gransking, royndum og altjóða tilmælum, sum vísa, hvussu ítróttur kann gerast meira atkomuligur og rúmligur fyri børn við ymiskum førleika og serligum tørvi.

Vit arbeiða við at:
• savna og deila vitan um góðar mannagongdir
• fylgja við nýggjum granskingarúrslitum og altjóða royndum
• menna leiðreglur og tilfar, sum feløg og venjarar kunnu nýta
• styrkja fakliga grundarlagið undir øllum tiltøkum í verkætlanini

Við einum sterkum fakligum fundamenti tryggja vit, at menningin er dygdargóð, framtíðarhóskandi og gagnlig fyri øll, sum taka lut.

Tíðindi

eitt stórt stig fyri tey, ið dáma futsal

eitt stórt stig fyri tey, ið dáma futsal

Og eitt týðandi stig fyri verkætlanina, Øll við.Øll við og Fótbóltsfelagið B36 hava gjørt samstarvsavtalu um Tillagað Futsal – eitt trygt, rúmligt og inkluderandi tilboð fyri børn og ung við serligum tørvi. Endamálið er at geva íðkarunum møguleika at vera partur av…

Read More
eitt stórt stig fyri para-badminton

eitt stórt stig fyri para-badminton

Í dag hava Øll við og Badmintonfelagið Nápur skrivað undir eina samstarvsavtalu um inklusjón og para badminton. Hetta er eitt týdningarmikið stig hjá verkætlanini Øll við. Endamálið er at skapa góðar og inkluderandi venjingarmøguleikar fyri børn sum bera brek, har tey…

Read More

Hvørjum er hetta ætlað?

Feløg, sum søkja stuðul til ítrótt

Fá stuðul til at útbúgva starvsfólk, keypa útgerð og menna inkluderandi tilboð.

Børn og ung, sum bera brek ella hava serligan tørv

Finn ítróttarfelag

Soleiðis stuðla vit

Kom-og-royn-dagar

Tiltøk har børn og familjur kunnu royna ymiskar ítróttargreinar í tryggum og rúmligum umhvørvi. Dagurin minnir um eina ítróttarveitslu og er ætlaður børnum í skúlaaldri. Dentur er lagdur á rørslu, spæl og gleði, og luttakararnir sleppa at royna fleiri ítróttargreinar fyri at finna tað, tey helst vilja íðka.

Venjaraskeið

Skeið í inkluderandi ítróttararbeiði, so venjarar kenna seg førar fyri at skapa trivnað umvegis greiðum og tryggum rammum fyri øll børn- eisini teimum ið bera brek ella hava serligan tørv.

Ráðgeving og stuðul til feløg og familjur

Vit hjálpa feløgum at seta í gongd nýggj tilboð ella opna verandi lið fyri børn, sum bera brek ella hava serligan tørv. Eisini vegleiða vit einstaklingum og familjum, sum vilja byrja í ítrótti. Vit samstarva við feløg um at laga venjingar til, so tær hóskandi taka hædd fyri ymiskum førleika og miðja venjingarnar eftir nærmasta menningarstiga.

Netverk og vitanarbýti

Vit samstarva við kommunur, ráð og stovnar um at menna góðar karmar og greiða tilgongd.

Samskipan fyri at betra um karmar og tilgongd

Vit skipa fyri tiltøkum har feløg og venjarar møtast fyri at deila royndir og læra frá hvørjum øðrum.

Stuðulsgrunnur

Vit savna inn fígging frá bæði almennum og privatum stuðlum og soleiðis skapa eitt haldgott grundarlag undir arbeiðinum. Ein stuðulsgrunnur er ætlaður ítróttarfeløgum, sum vilja menna ella stovna serliga skipað tilboð til børn ið ber brek ella hava serligan tørv.

Ráðstevnur

Vit skipa fyri ráðstevnum um ítrótt, brek og inklusión fyri at fremja hugburðsbroyting og savna breiðan stuðul um økið. Ábyrgdin fyri at skapa rúmligir felagsskapir verður sæð sum ein samfelagslig ábyrgd. Hetta samsvarandi altjóða sáttmálanum um rættindi teirra, ið bera brek, sum ásetur at landsins mynduleikar saman skulu tryggja at børn, ið bera brek hava møguleika til at luttaka í ítrótti, frítíðar- og mentanarvirksemi á jøvnum føti við onnur.

Spurningar ella ivamál?

Set teg í samband við okkum

Tiltøk

october 2026

01okt16:0017:00kom og royn inniróður

Søk um stuðul

Grunnurin verður umsitin av Parasport Føroyar, sum fær stuðul frá viðkomandi grunnum. Endamálið við grunninum er at styrkja inklusión í ítróttarlívinum í Føroyum við serligum denti á at økja luttøkuna hjá børnum, sum bera brek ella hava serligan tørv.

Umsóknin skal millum annað fevna um:
• Endamál við verkætlanini
• Innihald og virksemi
• Málbólk
• Stutt fíggjarætlan
• Hvussu tilboðið verður marknaðarført
• Hvussu limir verða rekrutteraðir
• Hvussu verkætlanin fremur inklusjón

Grunnurin kann veita stuðul til m.a.:
·
stovnan av nýggjum tillagaðum ítróttatilboðum
· menning ella víðkan av verandi tilboðum
· amboð og útgerð, sum gera luttøku møguliga
· hjálparvenjarar ella eyka stuðul í uppstarti av nýggjum tilboði.

Gevið gætur: Førleikamenning og skeið eru ikki partur av puljuni. Hetta verður ístaðin boðið út umvegis Øll við-verkætlanina og Parasport Føroyar.

Stuðulin er fyrst og fremst ætlaður sum uppstart- og menningarstuðul og verður tí vanliga ikki veittur til varandi rakstur.

Svar verður vanliga givið í seinasta lagi 6 vikur eftir móttøku av umsókn.